Far til vørulýsing
1 av 1

Comedy Kvøld

Comedy Kvøld

Vanligur prísur 195,00 DKK
Vanligur prísur Søluprísur 195,00 DKK
Tilboð Útselt
Mvg íroknað.

Prísur íroknað 30 kr avgreiðslugjald.

So hevur tú aftur møguleikan at taka lut í stuttligasta kvøldinum á árinum!

Comedy kvøld verður 18. mai kl. 20:00 í Dansifrøi, og fara vit hesaferð at bjóða fram tríggjar sera dugnaligar stand-up komikarar:

Mikkel Klint Thorius er føddur til at standa á palli! Við sjarmu, risa smíli og fullur í orku stígur Mikkel á pall og avgreiðir eitt framúrskarandi show – hvørja ferð.

Hann byrjaði við stand-up longu í studentaskúlanum, og bert 20 ára gamal rakk hann einum finaluplássi í DM í stand-up. Hann gjørdist vinnari av Comedy Fight Club í 2017, og sama ár varð hann eisini nomineraður til Talentprisen á ZULU Comedy Galla 2017.

Peter Werner vann DM í stand-up 2021! Tó, longu í 2018 gjørdist hann veruliga kendur á danska comedy pallinum, tá hann vann heiðurin sum ein av ársins “nye håb” til ZULU Comedy Galla. Í 2022 traðkaði Peter á pallin frammanfyri 40.000 fólkum á Bøgescenen til Smukfestivalin.

Tá Peter fer á pallin, hevur hann bert eitt mál. Nevniliga, at fólk skulu flenna frá einum enda í annan. Og hetta røkkur hann lættliga við sínum skemtiligu frásøgnum um hansara klombrutu møtum við umheimin.

Natasha Brock er útbúgvin lærari, men valdi skjótt sín alsk til pallin framum skúlapultin. Tey flestu kenna hana frá luttøku hennara í Vild med Dans 2022, har hon fekk eitt flott 3. Pláss, men hon er tó heilt sikkurt før fyri annað enn at dansa, tí í 2017 gjørdist hon finalistur í DM í stand-up. Hon luttók eisini í Comedy Fight Club sama árið, og hevur hon verið nominerað til Talentprisen á ZULU Comedy Galla í 2018 og 2021.

Við sínum bergtakandi stíli flytir Natasha seg yndisliga millum sera ymisk evnir, so sum javnstøðu og cyklus hjá kvinnuni. Natasha er ikki bangin fyri at tosa um baksíðuna av at vera kvinna, og megnar at fanga allar áskoðarar sínar við stuttligum eygleiðingum av báðum kynunum.

So gleð teg til Comedy kvøld verður aftur 18. mai 2024, har Mikkel heilt sikkurt kemur at undirhalda við sínum framúr góða showið.

Sí meira